- Tíðindi, mentan og ítróttur
Felagið hjá miðlafólki hartar Mentamálaráðið
Fakfelagið hjá føroyskum miðlafólki hartar nú Mentamálaráðið fyri ikki at virða almenna setanarpolitikkin, tí ráðið hevur sett eitt kunningarfólk í starv, fyribils í eitt ár, uttan at lýsa starvið leyst fyrst.
- Føroysk Miðlafólk hava nógvar limir, sum eiga at fáa møguleikan at søkja eitt tílíkt starv, stendur í yvirlýsing frá felagnum.
Í útvarpinum í gjár vardi Poul Geert Hansen, aðalstjóri setanina soleiðis:
- Tað kann í serstøkum førum vera, at tað eru ikki-vanlig størv, og tá kunnu gerast serligar avtalur í eitt avmarkað tíðarskeið.
Men hesa grundgevingina fyri ikki at lýsa kunningarstarvið leyst, góðtekur felagið Føroysk Miðlafólk ikki.
- Tá ein aðalstjóri byrjar at stigbenda grundprinsippið við argumentum sum, at her er talan um "serligar uppgávur" í avmarkað tíðarskeið, so er tíð at rópa varskó, sigur felagið og útgreinar:
- Tað er ikki ein serlig uppgáva at vera kunningarfólk. Føroysk Miðlafólk hava í dag fleiri limir, sum arbeiða sum kunningarfólk. Uppgávurnar kunnu eisini vera tíðaravmarkaðar. Mentamálaráðið hevur í aktuella døminum sett eitt fólk í starv í eitt ár, uttan at nakar annar persónur hevur fingið møguleikan at bjóða seg fram. Harvið virðir ráðið ikki almenna setanarpolitikkin, stendur í yvirlýsingini frá felagnum Føroysk Miðlafólk.