Skattafrádráttur loysir ikki trupulleikan

bannari
22.09.2017 - 14:18
Innlendis
Skattafrádráttur loysir ikki trupulleikan
Heðin Mortensen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, heldur ikki, at skattafrádrátturin av útleigu loysir bráðfeingis bústaðartrotið.

Tørvur er á bústøðum kring landið, men tørvurin er størstur í høvuðstaðarkommununi. Heðin Mortensen heldur ikki, at skattafrádrátturin av útleigu loysir bráðtørvin, men at landið burdi lagt størri dent á at byggja fleiri íbúðir. Hann heldur hetta vera ein fyrimun fyri tey, sum eiga, og ikki tey, sum leiga, tí útleigarar fáa ein skattalætta.


Sambært Heðini Mortensen, átti landið at brúkt meira orku uppá at byggja fleiri bústaðir fyri at bøta um bústaðartrupulleikarnar, so man kann tryggja leigarum kvalitet. Harafturat kann útboðið kann bert møta eftirspurninginum, um meira verður bygt.


Landið átti at gjørt eitt størri átak, so man fær loyst trupulleikan við bústaðartroti, sigur Heðin Mortensen. Hann skjýtur upp at seta eina fyribils lóg í verk, sum loyvir øllum aktørum á banan, so meira verður bygt komandi árini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360