Vestergaard: MMR rindað millión uttan heimild

06.10.2017 - 12:52
Innlendis
Vestergaard: MMR rindað millión uttan heimild
Minnilutin í Fíggjarnevndini sigur, at Mentamálaráðið hevur rindað ES-granskingarsamstarvinum meira enn eina millión í heimildarloysi
Jacob Vestergaard, fíggjarnevndarlimur hartar Mentamálaráðið fyri at hava útgoldið meira enn eina millión til ES uttan at hava fingið játtan frá løgtinginum. Hetta er ólógligt, sigur hann
Mynd: savnsmynd  

Í álitinum frá fíggjarnevndini um eykajáttanarlóg fyri august hevur minnilutin, Báður Nielsen, Bill Justinussen og Jacob Vestergaard hvassar atfinningar um heimildarleysa penganýtslu í Mentamálaráðnum:
Jacob Vestergaard sigur, at útgjaldið, sum er 1,1 millión, stavar frá eini avtalu um granskingarsamstarv, sum Føroyar hava gjørt við ES, og har føroyska gjaldið skal samsvara við eitt ávíst lutfall við bruttotjóðarúrtøkuna. Hon er, sum kunnugt, vaksin nógv, og tí er gjaldið, sum Føroyar í ár skulu rinda, eisini vaksið. Við 1,1 millión.

Má kannast 
Játtan til hesa meirútreiðsluna hevur Mentamálaráðið ikki fingið frá løgtinginum, men hóast tað, so hevur Mentamálaráðið útgoldið pengarnar. Og tað er heimildarleyst og ólógligt, sigur minnilutin í fíggjarnevndini, og Jacob Vestergaard leggur afturat, at hetta áður hevur verið hildið at verið sera álvarsligt. Hann mælir til, at samgonguleiðslan fer inn í málið, og í álitinum sigur minnilutin, at bæði Landsgrannskoðarin og Landsstýrismálanevndin eiga at kanna penganýtsluna.
Útvarpið hevur spurt Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum um útgjaldið, men hann vil seta seg inn í málið, áðrenn hann ger viðmerkingar.
 

Lesið álitið her

Lesið meira her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002