700.000 krónur settar av at stuðla filmi

700.000 krónur settar av at stuðla filmi
Nú ber aftur til at søkja um pening til filmsverkætlanir frá Mentamálaráðnum
Mentamálaráðið sett 700.000 krónur av til filmsstuðul
Mynd: savnsmynd  
 
30.12.2014 - 10:24

700.000 krónur eru settar av á fíggjarlógini næsta ár at stuðla filmi. 

Stuðulin varð latin fyrstu ferð í juli í ár. Tá var ein hálv millión sett av á fíggjarlógini. 22 umsóknir komu inn, og níggju verkætlanir fingu stuðul.

Millum annað fekk Katrin Ottarsdóttir 100.000 kr til at gera filmin Ludo lidnan. 

Sakaris Stórá fekk 40.000 kr. til at menna handritið til fyrsta spælifilmin. Ein annar leikstjóri, Anton Petersen, fekk stuðul til ein spælifilm, og Torfinnur Jákupsson fekk 50.000 krónur til at menna eina sjónvarpskrimi. 

Stuðul varð eisini latin til heimildarfilmar, eitt nú ein film um Lítlu Dímun og ein film um kolasøguna. 

Filmsstuðulin verður latin einstaklingum, bólkum ella feløgum. Hann kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, m.a. søgu- og hugskotsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. 

Freistin at søkja er 2. februar 2015, men Mentamálaráðið tilskilar sær rætt til ikki at luta alla játtanina út í hesum umfari. 

Verður tað gjørt, verður eitt annað umsóknarumfar lýst seinni í ár. 

 

Les meira um stuðulin og finn umsóknarblað  her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862