Sjey milliónir røkka ikki langt

18.10.2017 - 12:51
InnlendisSamfelag
Sjey milliónir røkka ikki langt
Sjey milliónir krónur røkka ikki langt, um eitt nýtt tunnilslið skal til arbeiðs, soleiðis sum landsstýrismaðurin ætlar.

- Vit koma ikki langt fyri sjey milliónir. Tað vita øll, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Skal tunnilsliðið hjá Landsverki til arbeiðis næsta ár, so skulu tvífalt so nógvir pengar setast av.

Mugu keypa útgerð

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, vil hava Landsverk at skipa eitt tunnilslið, sum skal bora tunlar til smærru bygdirnar so sum Fámjin, til Dals, Tjørnuvíkar og til Gjáar.

Landsstýrismaðurin ætlar, at tríggir menn skulu bora tunnlarnar í vanligari arbeiðstíð, og so má tað taka ta tíð, tað tekur.

Men sjey milliónir krónur muna ikki nógv.

Landsverk seldi sína tunnilsútgerð, tá Gásadalstunnilin var boraður. Tunnilstoymið hjá Landsverki var tá strikað. 

Nú tunnilstoymið skal endurreisast, má tunnilsútgerð keypast inn.

- Skulu vit keypa nýggja útgerð, so kostar tað umleið 30 milliónir krónur. Skulu vit keypa rímiliga góða, brúkta útgerð, so kostar tað millum 10 og 15 milliónir, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762