Tingið skal taka støðu

bannari
19.10.2017 - 14:18
InnlendisPolitikkur
Tingið skal taka støðu
Løgtingsumsitingin mælir formansskapinum til at burtuvísa uppskotið um stjórnarskipan, men formansskapurin heldur, at tingið sjálvt skal taka støðu

Løgtingsumsitingin mælir til at burturvísa uppskotinum um stjórnarskipan. Løgfrøðingar hjá løgtinginum siga, at uppskotið ber brá av, at tað ikki er gjøgnumarbeitt, og at tað ikki er í samsvar við tingskipanina. 

SÍ EISINI: Mæla til at burturvísa stjórnarskipanini

Men Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at formannskapurin fer ikki at burturvísa uppskotið.

Tingið skal gera av, um málið skal vinna frama í skipanini ella ikki, sigur hann.

- Man kann siga, hetta er býtt upp í tríggjar lutir, um man so má siga. Tað er arbeiðið hjá umsitingini, og so er tað arbeiðið hjá formansskapinum, og so er tað støðutakanin hjá løgtinginum. Niðurstøðan hjá formansskapinum er, at formansskapurin tekur undir við uppritinum frá umsitingini í tinginum, og mælir tinginum at taka støðu í málinum. 

Samsvarar ikki við verandi tingskipan

Uppskotið um stjórnarskipan er brot á tingsskipanina, og sambært tingskipanini skal løgtingsformaðurin mæla til at burturvísa uppskotið eftir at hava fingið samtykkið frá formansskapinum. 

- Vit taka støði í uppritinum frá umsitingini, men vit meta, at tað er rætt, at tað er tingið sjálvt, sum sleppur at gera av, um tað skal vera eitt nei ella eitt ja. Soleiðis sigur Páll á Reynatúgvu, ið kallar orðingina meira neutrala enn umsitingin mælir til. 

Les uppritið frá umsitingini her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730