Aksel V. Johannesen avhoyrdur

20.12.2017 - 11:58
InnlendisPolitikkur
Aksel V. Johannesen avhoyrdur
Fyrrapartin varð løgmaður, Aksel V. Johannesen, avhoyrdur av kanningarstjóranum, sum skal kanna, um hann hevur røkt sína skyldu á fullgóðan hátt

Kunngerðirnar um fiskiskapin av felagskvotu av svartkjafti í 2015 og aftur í 2017, og at veiðiloyvi vórðu flutt millum skip í 2017, fyltu nógv, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, fyrrapartin varð avhoyrdur av kanningarstjóranum, sum skal kanna, um løgmaður hevur røkt sín skyldu á fullgóðan hátt.

Kunngerðirnar fyltu nógv, tí longu í 2015 varð eitt upprit gjørt, sum vísti á vandan fyri, at veiðiloyvi kundu verða flutt millum skip, tí allir skipabólkar fingu lut í fiskiskapinum eftir svartkjafti, men hóast tað, varð sama mannagongd nýtt í ár.

Tá Aksel V. Johannesen beinleiðis varð spurdur, um hann helt seg verða nóg væl kunnaðan av Høgna Hoydal, landsstýrismanni, bað advokaturin hann ikki svara, tí tað kundi skapa split ímillum løgmann og landsstýrismannin, og advokaturin helt, at kanningarstjórin sjálv átti at gera sær ta niðurstøðuna.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur seg hava hildið sínar skyldur, tá talan er um eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Hoyr samrøðuna við løgmann omanfyri. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983