Áttu at havt tilboð um hpv-vaksinu til dreingir

26.01.2018 - 10:17
Innlendis›Samfelag
Áttu at havt tilboð um hpv-vaksinu til dreingir
Tað heldur Katrin Kallsberg, lækni, nú dreingir í Danmark, sum eru samkyndir, fáa ókeypis koppseting fyri hpv-virus

Hpv-smittan kann m.a. elva til krabbamein í endatarminum, og vandin er serliga stórur hjá monnum, sum hava kynsligt samband við menn. 

Danska heilsustýrið hevur nú sett í verk royndarverkætlan, har samkyntir- og tvíkyntir ungir menn millum 15 og 19 ár, kunnu fáa ókeypis hpv-vaksinu. Í Føroyum er einki tilboð til menn.

Katrin Kalsberg, serlækni í kvinnusjúkum, fegnast um, at danir víðka tilboðið. Tað áttu vit eisini at gjørt í Føroyum, heldur hon.

Hjá kvinnum kunnu nærum 90 av øllum tilburðum av lívmóðurhálskrabba fyribyrgjast, um gentur eru koppsettar fyri HPV-virus.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952