Nú eru allir landsvegir grivnir

05.03.2018 - 08:49
InnlendisSamfelag
Nú eru allir landsvegir grivnir
Landsverk hevur nú grivið allar vegir, soleiðis at koyrandi er eftir øllum landsvegum
Nú er koyrandi eftir øllum landsvegunum

Nógvur kavi er komin niður í nátt og í morgun, og tað hevur havt við sær, at tað ikki hevur verið koyrandi eftir øllum bygdar- og landsvegum fyrr í morgun. Men nú hevur Landsverk grivið allar vegir.

Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, segði soleiðis við útvarpið í tíðindunum klokkan átta. Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna.

Á Oyggjarvegnum er enn bara onnur koyribreytin grivin. Eisini er hált og krapi kring alt landið. Landsverk biður tí bilførarar koyra varliga.

Les og hoyr eisini: Landsverk nógv at grava í morgun

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959