- Tey ungu skulu takast við í politiska arbeiðið

19.03.2018 - 11:58
Innlendis›Politikkur
- Tey ungu skulu takast við í politiska arbeiðið
Tað sigur nýggi formaðurin í Suðuroyar Norðrara Javnaðarfelag, Jens Arni Leo Hammerfoss, sum var einasta uppskotið til nýggjan formann
Nýggja nevndin í Suðuroyar Norðara Javnarfelag. Fyrst til vinstru stendur nýggi formaðurin, Jens Arni Leo Hammerfoss

Javnaðarflokkurin á Tvøroyri skal aftur til røturnar, og tey ungu skulu takast meira við í polittiska arbeiðið. Tað sigur nýggi formaðurin í Suðuroyar Norðrara Javnaðarfelag, Jens Arni Leo Hammerfoss, sum var einasta uppskotið til nýggjan formann.

Áhugin fyri javnaðarpolitikki er stórur á Tvøroyri, tað vístu nógvu fólkini sum vóru á fundinum í gjár, yvir 60 fólk.

Fólk frá báðum vengrunum vóru á aðalfundinum í gjár, hóast ósemjurnar ikki vóru stórvegis umrøddar, sigur nývaldi formaðurin.

Tað er ikki óvanligt at stríð hevur verið ímillum fólk um javnaðarpolitikkin á Tvøroyri, og eitt skifti vóru tvey Javnaðarfeløg fyri norðraru helvt.

Kortini heldur Jens Arni Leo Hammerfoss, at tað fer at bera til at samansjóða partarnar.

Hoyr innslagið omanfyri. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037