Eingin veit, hvussu dálkandi alivinnan er

bannari
23.03.2018 - 12:42
InnlendisUmhvørvi
Eingin veit, hvussu dálkandi alivinnan er
Eingin myndugleiki í Føroyum veit, hvussu dálkandi alivinnan er fyri umhvørvið í firðunum, staðfesta samgongulimir í Vinnunevndini

Alivinnan er stór, og framleitt verður á so at siga á hvørjum einasta firði í landinum. Kortini er eingin vitan um umhvørvið og lívið, sum annars er har, ið aliøkini eru. Og tað má broytast. 

Tað sigur Umhvørvisstovan, nú løgtingið er í ferð við at dagføra alilógina.

Vita einki

Eingin myndugleiki í Føroyum veit, hvussu dálkandi alivinnan er fyri umhvørvið í firðunum.

Tað stafesta samgongulimirnir í Vinnunevndini, nú álit er skrivað um broyttu alilógina.

Umhvørvisstovan sigur púra greitt í sínum hoyringarsvari, at alingin, sum er ein av størstu vinnununum, eisini er ein týðandi dálkingarkelda, sum kann hava álvarsligar avleiðingar fyri lív og umhvørvið á firðunum. 

Umhvørvisstovan harmast

Umhvørvisstovan harmast um, at ein meginregla um, at alingin skal vera umhvørvisliga fullgóð, ikki er við í uppskotinum, og serliga fílist Umhvørvisstovan á, at umhvørvisárinsmetingar slett ikki eru partur av uppskotinum.

- Vitanin um vistfrøðina á firðunum, sum m.a. eisini eru vakstrarøki hjá ungfiskinum, er sera avmarkað, sigur Umhvørvisstovan, og tí mæla tey til, at árinsmetingar skulu gerast av hvørjum firði.

Árinsmetingarnar skulu lýsa vistfrøðina á staðnum, og hvørja ávirkan alingin hevur á hana. 

Einki krav um árinsmetingar í samband við aling

Í løtuni skulu árinsmetingar gerast, eitt nú í samband við havnaútbyggingar og í samband við oljuleitingar.

Tað er ikki eitt krav í samband við aling á firðunum í Føroyum. Tað vil Umhvørvisstovan hava broytt, soleiðs at alifeløg skulu leggja eina árinsmeting við eini umsókn um aliloyvi ella í samband við endurnýggjan av einum aliloyvi. Árinsmetingar, ið meta um avleiðingarnar fyri allan fjørðin, har virksemi skal verða.

Lena Zisakon, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni, sigur, at við at kanna firðirnar, so fæst ein greiðari mynd eisini av, hvussu nógv alivirksemi teir ymsu firðirnir klára.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756