Gjørdi tilmæli um starv og fekk starvið sjálvur

05.04.2018 - 12:27
Innlendis›Vinna
Gjørdi tilmæli um starv og fekk starvið sjálvur
- Alt er farið rætt fram í sambandi við setanina, men eg skilji væl at summi undrast, sigur Herálvur Joensen, aðalstjóri

Fulltrúi í uttanríkis- og vinnumálaráðnum er settur sum leiðari á nýstovnaðu menningardeildini undir Visit Faroe Islands. Eitt starv, ið hann sum embætismaður sjálvur gjørdi tilmæli um at seta á stovn.

Í januar 2016 setti landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum ein arbeiðsbólk, sum skuldi orða eina virkisætlan fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum. Heilt ítøkiliga skuldi hesin arbeiðsbólkurin koma við tilmælum um, hvussu ferðavinnan her heima skuldi skipast. 

Mæltu til menningardeild

Uttanríkis- og vinnumálaráðið setti Jóhan Paula Helgason úr Vinnumálaráðnum og Gunnvør Balle úr Uttanríkismálaráðnum í arbeiðsbólkin. Og umframt tey bæði vóru fýra onnur sett í arbeiðsbólkin. 

Næstan hálvtannað ár seinni varð arbeiðsbólkurin liðugur við arbeiðið, og ein heildarætlan varð løgd fram.

Eitt av mongu tilmælunum, sum hesin arbeiðsbólkurin kom við, var, at ein nýggj menningardeild skuldi setast á stovn. Og 19. januar í ár søkti Visit Faroe Islands eftir tveimum fólkum til hesa nýggju deildina. 

Mældi til, søkti og fekk starvið

Útvið 100 umsóknir komu inn til tey bæði størvini. Og annað starvið fekk Jóhan Pauli Helgason.  

Jóhan Pauli Helgason fær sostatt eitt starv á eini nýggjari deild, sum hann sjálvur hevur mælt til, verður sett á stovn. 

Men alt er farið rætt fram. Tað sigur Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum varðar av Visit Faroe Islands.

Hoyr innslagið omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961