Persóns- og húsatænastugjald til umrøðu

15.04.2018 - 15:01
Innlendis
Persóns- og húsatænastugjald til umrøðu
Tað er neyðugt at breiðka skattagrundarlagið hjá kommununum, tí útreiðslurnar økjast í framtíðini.

Føroya Kommunufelag hevur lagt sær í geyma, at Skattanevndin sum landsstýrið setti, og sum kom við sínum tilmæli í fjør, mælir til eitt persónsgjald fyri øll sum eru eldri enn 21 ár og eitt húsatænastugjald, so øll hús rinda eitt gjald.

Afturfyri skal vanligi skatturin lækka.

Tann møguleikan fer Kommunufelagið at umrøða við umboð fyri skattanevndina og umboð fyri Búskaparráðið, sigur Dennis Holm, formaður í Føroya Kommunufelag:

Eftir ætlan verður fundurin millum Kommunufelagið og umboð fyri Búskaparráðið og Skattanevndina 18. mai.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329