Tóku ikki fyrilit fyri fornminnum

01.05.2018 - 10:25
InnlendisSamfelag
Tóku ikki fyrilit fyri fornminnum
Klaksvíkar kommuna leggur seg flata í málinum um, at kommunan hevur gjørt seg inn á kanska elstu búsetingina í Klaksvík.

Klaksvíkar kommuna leggur seg í dag flata í málinum um, at kommunan hevur gjørt seg inn á kanska elstu búsetingina í Klaksvík.

- Vit hava ikki gjørt nóg gott arbeiðið, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í umhvørvis- og býarskipanarnevndini.

Kannaðu ikki fornminni áðrenn

Klaksvíkar kommuna fór undir  verkætlan at gera lund á Akursmørk, uttan at taka fyrilit fyri, at fornminni eru har. Arbeiðið at grava út fyri lundini fór í gongd, og tá komu fornminni undan kavi. 

Formaðurin í umhvørvis- og býarskipanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu harmast í dag um støðuna. 

- Vit kunnu bara staðfesta, at tað er ein feilur frá Klaksvíkar kommunu, at tað er hent, sigur Kristian Eli Zachariasen. 

Staðfest fornminni

Kommunan hevur eitt arbeiðsskjal, sum er ein bóklingur um støð og bygningar, sum eru verd at varðveita í Klaksvík, sum er blivin brúkt fleiri ferðir í málsviðgerðum. Men hesa ferð hendi ein mistak, sigur Kristian Eli Zachariasen.

- Vit hava nokk ikki hugsað, at har hava fornminni verið. Tað er ein regulerur feilur frá okkara síðu, sigur Kristian Eli Zachariasen. 

Men tað er millum annað staðfest í Klaksvíkssøguni, sum Hans Andrias Sølvará skrivaði, at nógv forminni eru í Klaksvík - eitt nú á Akursmørk.

Á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum ber til at síggja eitt vegleiðandi yvirlit yvir jarðfest fornminni í Føroyum. Eisini á hesum yvirliti sæst, at fornminni eru yviri á Grundum á Akursmørk. 

 

Broytt mannagongdina

Í fyrsta umfari hevur talan verið um jørðarbeiði og at leggja ein part av Ósánni um. Hetta arbeiðið er nú fyribils steðgað.

Kommunan samskiftir nú við Tjóðsavnið, um at staðfesta, hvat er hent, - um talan er um stóran skaða, og hvussu tey nú kunnu koma víðari við verkætlanini. 

Men kommunan hevur nú broytt mannagongdina í sambandi við slíkar verkætlanir.

Hoyr samrøðuna við Kristian Eli Zachariasen í brotinum omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Fríggjadag 2. januar
Morgunlestur fríggjadagur 2. januar 2026
202085
Hósdag 1. januar
Vit fara upp á gólv nýggjársdag 2026
202149
Hósdag 1. januar
Nýggjársgesturin 2026: Niels Juel Arge
201912
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132