Vaksnamannalæra fyri 35 milliónir krónur

05.06.2018 - 14:49
InnlendisSamfelag
Vaksnamannalæra fyri 35 milliónir krónur
Arbeiðsbólkur mælir til, at tey, sum onga útbúgving hava, skulu raðfestast fremst.
John Dalsgarð, formaður í arbeiðsbólkinum, handar landsstýriskvinnunum í almanna- og mentamálum áltið um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil.

At skipa eina fullfíggjaða vaksnamannalæru í Føroyum fer at kosta umleið 35 millónir krónur, og tey, sum onga útbúgving hava, skulu raðfestast fremst.

Tað sigur ein arbeiðsbólkur, sum seinastu tvey árini hevur arbeitt við vaksnamannalæru og førleikamenning.

Arbeiðsbólkurin handaði landsstýrisfólkunum, Rigmor Dam, Eyðgunn Samuelsen, Kristinu Háfoss og Henriki Old, álitið í dag.

Umleið 16 % av teimum, sum eru millum 25 og 69 ár, hava bara gingið í fólkaskúla, og tey eiga at verða tikin framum, tá ið ræður um vaksnamannalæru, sigur John Dalsgarð, fulltrúi í Yrkisdeplinum, sum hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum.

- Tað ræður fyrst og fremst um at lyfta tey, sum ikki hava útbúgving, sigur John Dalgsgarð millum annað um niðurstøðuna av arbeiðinum.

Kostar 35 milliónir krónur 

Arbeiðsbólkurin hevur átta tilmæli um vaksnamannalæru og førleikamenning, og verða tey øll sett í verk, fer tað at kosta umleið 35 milliónir krónur. 

-  Í løtuni rindar tað almenna eina stóran part av okkara útbúgvingarverki, eisini tað, sum vit hava av vaksnamannaútbúgvingum.  Og tað verða hesir partar, sum varða av økinum, ið fara at rinda sín part, sigur John Dalsgarð.

Hann leggur dent á, at tað er týdningarmikið, at allir partar lyfta uppgávuna í felag. 

Raðfest í samgonguskjalinum

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, er bjartskygd um ætlanina.

Hon sigur, at vaksnamannalæra er raðfest í samgonguskjalinum, og gongst sum ætlað, verður fyrsta uppskotið, sum byggir á tilmælini frá arbeiðsbólkinum, lagt fyri tingið í næstu tingsetu.

Sambært Rigmor Dam er landsstýrið til reiðar at játta sín part og rinda nakað av teimum 35 milliónunum, sum tey átta tilmælini væntandi fara kosta at seta í verk. 

- Vit brúka frammanundan nógvan pening til  útbúgving, endurbúgving, arbeiðsloysisstuðul og so framvegis, so har eru nógvir pengar í skipanini, sum er, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum.  

Meira verður at frætta tíðindasendingini klokkan 18. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065