Borgarstjórin: Málið um farstøðina er ikki liðugt viðgjørt

Borgarstjórin: Málið um farstøðina er ikki liðugt viðgjørt
Hóast táverandi borgarstjórin, Heðin Mortensen, segði, at Tórshavnar havn fór ikki at gjalda meira, um arbeiðið dýrkar, er ein eykarokning komin upp á slakar 11 milliónir
Farstøðin og nýggja høvuðssætið hjá Smyril Line verður dýrari enn væntað, og arbeiðið er eisini seinkað.
 
07.07.2026 - 08:17

- Málið um farstøðina er ikki liðugt viðgjørt politiskt í fíggjarnevndini. Eingin avgerð er tikin, hvørki í fíggjarnevndini ella í býráðnum.

Tað er stutta skrivliga svarið frá Elsu Berg, borgarstjóra, um nýggju farstøðina, sum í løtuni verður bygd saman við nýggja pakkhúsinum og nýggja høvuðssætinum hjá Smyril Line á Molanum í Havn.

Kringvarpið hevur biðið um viðmerking frá politisku leiðsluni í Tórshavnar kommunu, tí Tórshavnar havn hevur fingið eina eykarokning uppá 10,6 milliónir krónur, nú byggingin á Molanum er dýrkað. 

Heðin Mortensen, sum var borgarstjóri, tá avtalan við Smyril Line varð gjørd í 2024, hevur sagt, at Tórshavnar havn kom ikki at gjalda meira enn tær 140 milliónir krónurnar, sum upprunaliga avtalan ljóðar uppá:

 

07072026_Hedin_um_farstod

 

Men nú hevur kommunan kortini fingið eina eykarokning, tí byggingin av farstøðini, pakkhúsinum og høvuðssætinum hjá Smyril Line er dýrkað, og tær 10,6 milliónir krónurhar eru parturin, sum Tórshavnar havn skal gjalda.

Málið skuldi viðgerast á býráðsfundi 18. juni, men varð tikið av skrá. Tá hevði fíggjarnevndin á fundi sama dag hevði umrøtt málið, stendur at lesa í gerðabókini. 

Men í somu gerðabók stendur, at ein meiriluti av fíggjarnevndini á fundi 10. juni tekur undir við tilmælinum frá kommunustjóranum og stjóranum fyri Tórshavnar havn, og beinir málið í býráðið. Og har stendur eisini, at ein meiriluti í havnarnevndini longu á fundi 10. mars tók undir við tilmælinum.

Tað áhugaverda við havnarnevndini er, at formaður hesa setuna er Heðin Mortensen. Hann var borgarstjóri, tá sáttmálin varð gjørdur við Smyril Line, og tað var hann, sum segði, at farstøðin ikki fer at kosta meira enn tær 140 milliónirnar. Men nú hevur hann sum formaður í Havnanevndini mælt býráðnum til at samtykkja príshækkingina.

Vit hava roynt at fáa orðið á Heðin Mortensen, bæði við at ringja og at skriva, men hann hevur ikki vent aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985