8 av 10 kommunulæknastørvum ikki sett

06.09.2018 - 10:58
InnlendisHeilsa
8 av 10 kommunulæknastørvum ikki sett
Tríggjar umsóknir komu inn til tey tíggju størvini, og Heilsutrygd hevur sett tvey av størvunum, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.

Enn eru átta av teimum tíggju kommunulæknastørvunum, sum vórðu lýst leys at søkja í juni, ikki sett.

Tríggjar umsóknir komu inn til størvini, og Heilsutrygd hevur sett tvey av størvunum, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd. 

Fleiri túsund hava ongan fastan lækna

Tað eru 1.090 fólk í Havn, sum enn ikki hava nakran lækna og ikki eru knýtt at nakrari viðtalu yvirhøvur. 13.176 hava ikki fastan kommunulækna, men eru tilknýtt avloysarum. Tey búgva í Suðuroy, Fuglafjarðar læknadømi, Skálafjarðar læknadømi og Suðurstreymoyar læknadømi.

Í juni søkti Heilsutrygd eftir 10 kommunulæknum. Trý søktu. Tvey av teimum størvunum eru nú sett, og Heilsutrygd viðger í løtuni triðju umsóknina. 

Tað merkir, at í løtuni hava 37.153 fólk egnan lækna, og 1. oktober hava umleið 1.500 afturat egnan lækni, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd. Tá tekur Amalia Danielsen yvir viðtaluna hjá Freddie Poulsen í Berjabrekku. 

Mangla kommunulæknar allastaðni

33 viðtalur eru í Føroyum, og frá 1. oktober eru 25 læknar settir.

Tað mangla trýggir kommunulæknar í Havn, tveir í Suðuroy, tveir í Skálafjarðar læknadømi og ein í Gøtudali í Fuglafjarðar læknadømi. 

Fyri at nøkta tørvin mugu tvær viðtalur upprættast afturat. Onnur viðtalan skal upprættast í Havn og onnur í Norðoyggjum

Tað er óvist, nær tað verður, sigur Egil á Bø.

Tey, sum ongan lækna hava mugu ringja til onkran annan lækna og vóna at sleppa framat har, men tað er upp til læknan, um viðkomandi sleppur framat, sigur Egil á Bø.

 

Nýggju viðtalurnar verða mannaðar við avloysarum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167