FM-gull og milliónir til HB

24.09.2018 - 18:46
Ítróttur›Fótbóltur
FM-gull og milliónir til HB
HB, sum í gjár vann Føroyameistaraheitið í fótbólti, vinnur umframt gullmedaljur og steyp, fleiri milliónir krónur
Gullmedalja og milliónir til HB

Tey kunnu fegnast í HB. Fegnast um søta FM-sigurin í gjár. Og um mongu milliónirnar, sum felagið nú hevur vunnið sær.

260.000 evrur fær HB fyri at vinna FM. Tað eru slakar tvær milliónir krónur.

280.000 evrur fær HB fyri at koma í Champions League-undankappingina. Tað eru góðar tvær milliónir krónur.

Soleiðis fær HB fýra milliónir krónur í pottin, men felagið fær við vissu aðrar tvær ella tríggjar milliónir krónur aftrat.

Um HB spælir seg víðari í Champions League fær felagið tríggjar milliónir krónur aftrat. Eydnast tað ikki og HB rýkur út, so rýkur felagið ikki longur enn so, at teir koma í aðra altjóða kapping, undankappingina til Euro League, og fyri tað fær HB tvær milliónir krónur.

Tað merkir, at Ári Mohr Olsen og Jógvan Skeel Nolsøe saman við hinum í HB, tryggjaðu felagnum millum seks og sjey milliónir krónur við sigrinum á KÍ í gjár.

Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB vísir á, at pengarnir koma, tí felagið fær øktar útreiðslur av ferðing og øðrum, sum stendst av altjóða luttøku, men annars skulu pengarnir ikki verða partur av dagliga rakstrinum av felagnum. Felagið skal konsoliderast, sigur formaðurin og leggur afturat, at ungdómurin í HB kann fáa ágóða av vinninginum, men sigur tó, at tað er ein spurningur, sum starvsnevndin skal taka støðu til.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926