Víkingur tók týðandi fet ímóti meistaraheitinum

Víkingur tók týðandi fet ímóti meistaraheitinum
Olaf Bárðarson og Finnur Justinussen skutu málini, sum tryggjaðu Víkingi 2-0 sigur á HB, í toppdystinum í Sarpugerði í gjár. Teir ljósabláu eru nú seks stig fremst
Gezá Dávid Turi og Víkingur vunnu toppdystin ímóti HB, og eru nú seks stig fremst
Mynd: Leit  
 
05.07.2024 - 08:15

Olaf Bárðarson og Finnur Justinussen skutu málini, tá Víkingur vann 2-0 í toppdystinum ímóti HB í Sarpugerði í gjár.

Við sigrinum eru teir ljósabláu seks stig frammanfyri HB í toppinum av Betrideildini, sum nú fer í summarsteðg. Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, hevði kortini ongan hug at fara á flog.

 - Hetta er ikki ein spurtur, hetta er eitt maraton, segði superveteranurin.

 - Seks stig er einki. Vit hava sjálvir roynt at verið nummar átta ella níggju, tá eini fýra ella fimm umfør vóru eftir, og eru blivnir føroyameistarar. Men eg skal ikki lúgva. Sjálvandi er tað deiligt, at tað ikki stendur á jøvnum.

 

HB oyðslaði - Víkingur revsaði

HB var annars vandameira liðið, áðrenn málini komu. Áki D. Samuelsen og Mikkel Dahl høvdu báðir góðar royndir, men antin skutu teir framvið, ella stórbjargaði Bárður á Reynatrøð.

Tað var júst eftir eina slíka bjarging, at Víkingur legði seg á odda í 74. minutti. Olaf Bárðarson var sendur ígjøgnum, og einsamallur ímóti Teiti Matras Gestsson var hann ísakaldur.

Nakrar fáar minuttir seinni økti Finnur Justinussen, tá Samuel Chukwudi kiksaði við eini afturlegging.

 - Vit hava nokk av kjansum til at vinna, men so stressa vit eitt sindur ov nógv í seinna hálvleiki og vilja tað ov nógv, og tað enda við at teir fáa tvey mál og avgera dystin, segði HB-miðvallarin, Hanus Sørensen.


Viljormur Davidsen og hinir í HB hava nú seks stig upp til Víking, sum er fremst, meðan KÍ andar teir í nakkan bert trý stig aftanfyri. MYND: Leit

 

KÍ eltir HB

Magne Hoseth var aftur í Klaksvík - nú sum venjari hjá B36, sum vitjaði - men hann fekk ikki góða móttøku á sjálvum vøllinum.

Tað gekk javnt á á nýggja graslíkinum í fyrra hálvleiki, sum endaði 1-1, men eftir steðgin skoraði KÍ tríggjar ferðir, áðrenn útiliðið fekk minkað um munin í yvirtíðini.

KÍ er nú bert trý stig aftanfyri HB í dystinum, sum fyribils snýr seg um 2. plássið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - fyrsta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983