Bæði Víkingur og HB taptu í Conference League í gjár

Bæði Víkingur og HB taptu í Conference League í gjár
Víkingur hevur ein 1-4 avsmurning við sær heimaftur úr Belgia, meðan HB tapti 0-2 móti sterka kroatiska liðnum Hajduk Split
Vónbrotið var týðiligt at síggja á Víkinga-leikarunum eftir 1-4 tapið fyri Hadjuk Split úr Kroatia
Mynd: Víkingur á Facebook  
 
26.07.2024 - 08:01

Tað er lítið sannlíkt, at Víkingur og HB spæla seg víðari í Conference League-kappingini hjá UEFA.

Bæði Víkingur og HB høvdu fingið trupla mótstøð í fyrsta umfarinum, ávikavist Gent úr Belgia og Hajduk Split úr Kroatia, og bæði taptu eisini sínar dystir á útivølli í gjár.

 

Dreymabyrjan

Víkingur fekk annars eina dreymabyrjan móti belgiska liðnum Gent, tí tá okkurt um eitt korter var farið, legði Jørgen Nielsen Víking á odda aftaná hornaspark.

Heimaliðið fekk javnað góðar tíggju minuttir seinni, og hálvleiksstøðan var 1-1.

Men í seinna hálvleiki fekk Gent trý mál og vann sostatt 4-1.

Til ber at síggja málini, sum blivu skotin í dystinum, her:

 

 

HB megnaði at binda fyri

HB møtti eisini sterkari mótstøðu í Kroatia, har Hajduk Split tók ímóti.

Í nógva hitanum í Kroatia skoraði heimaliðið tvær ferðir í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki eydnaðist HB at binda fyri. Fleiri mál komu ikki, so Hajduk Split vann at enda 2-0.

Málini, ið komu í dystinum, kunnu síggjast her.

 

Returdystirnir hjá Víkingi og HB verða spældir í næstu viku.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852