- Nú verður virksemið á Setrinum vónandi støðugt

29.09.2018 - 16:26
Innlendis
- Nú verður virksemið á Setrinum vónandi støðugt
9,4 milliónir krónur afturat til Fróðskaparsetur Føroya stóð á fíggjarlógini, sum varð løgd fram í gjár. Hetta fegnast rektarin á Setrinum um

Sigurð í Jákupsstovu hevur í fleiri umførum verið úti og boðað frá, at Setrið manglar pengar. Tískil er væntandi hækkanin, sum er góð 10 prosent, fyrst og fremst við til at gera virksemið á Setrinum meira støðugt - um fíggjarlógin 2019 verður samtykt.

Tó er ætlanin við hækkanini at fáa annað virksemi í gongd, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinnuni í Mentamálum.

Tað verður tað eisini pláss til, heldur Sigurð í Jákupsstovu.Tað inniber eitt nú, at livitíðin hjá búskaparbreytini ikki er so kritisk, sum hon hevur verið. Men hann vil fyrst og fremst brúka pengarnar uppá, at virksemið gerst meiri støðugt. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375