Væntar ein meiriluta fyri uppskotinum

04.10.2018 - 13:21
InnlendisPolitikkur
Væntar ein meiriluta fyri uppskotinum
Løgmaður væntar, at samgongan kann tryggja 17 ella fleiri atkvøður fyri fíggjarlógaruppskotinum, hóast tað í løtuni ikki er meiriluti tí.

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, dylir ikki fyri, at hennara atkvøða bara fæst, um hon fær síni fingramerki á uppskotið, hon er als ikki hoyrd, segði hon í løgtinginum í gjár.

- Hvussu ætla landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og løgmaður at telja upp í 17? Eftir arrogansuni at døma skuldi man trúð, at stuðulin aftan fyri fíggjarlógina var eini 18-20 tinglimir, men hyggur tú eftir veruleikanum, so tykist tað ikki sum um, at man í løtuni kann telja upp í 17, segði hon á løgtingsins røðarapalli í gjár. 

Í fjør varð avtala gjørd við Sjálvstýri, áðrenn fíggjarlógaruppskotið varð lagt fyri tingið, men í ár hevur samgongan valt at gera tað á øðrvísi hátt, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

- Um vit hyggja eftir okkara grannalondum, har tað er vanligt við minnilutasamgongum, verður fíggjarlógaruppskotið lagt fram fyrst, og síðani verður samrátt um uppskotið við ymsar partar, sigur Aksel V. Johannesen millum annað um støðuna. 

Sambært løgmanni hevur samgongan verið í samráðingum við bæði flokkar og uttanflokkatingfólk í løgtinginum um fíggjarlógaruppskotið, og løgmaður er bjartskygdur um møguleikan at fáa meiriluta. 

- Vit halda, at vit fara nokk at klára at tryggja 17 atkvøður fyri einum fíggjarlógaruppskoti og vónandi meira enn tað, segði løgmaður fyrrapartin við útvarpið. 

Løgmaður vil tó ikki nágreina, júst hvønn samgongan hevur verið í samráðingum við. 

Hoyr samrøðuna, sum Beinta Løwe hevði við løgmann omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610