- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsutrygdargjaldið hækkar á nýggjárinum
Heilsutrygd verður dýrari. Og fólk skulu keypa heilvág fyri 1.500 kr. um árið, áðrenn Heilsutrygd letur tilskot.
Landsstýrið hevur lagt uppskot fram um at hækka inngjaldið úr 0,60 prosentum upp í 0,70 prosent.
Hækkaða inngjaldið er mett at geva landskassanum 11,5 mío. kr. næsta ár.
Harafturat skulu fólk gjalda 175 kr. um mánaðin í heilsutrygdargjaldi. Tað er sama gjald sum nú.
Broyta stigan
Tilskotsstigin verður eisini broyttur, so hann verður eitt stig minni enn nú.
Tilskot verður latið til heilivág. Nú verður egingjaldið 1.500 kr. Lægsta egingjaldið er 524 kr.
Ein meting hjá Heilsutrygd og Landsapotekaranum sigur, at møguligt er at lækka útreiðslurnar hjá Heilsutrygd átta mió. kr. um árið við at broyta tilskotsstigan.
Útreiðslurnar til vaksin minka slakar fimm millíónir krónur, pensjónistar fáa slakar 2,5 mió. kr. minni, og fyritíðarpensjónistar slakar 500.000 kr. minni í tilskoti
Uppskot er eisini um at seta eina hjálparráðsnevnd, sum skal viðgera umsóknir um hjálparráð.
Við tí er ætlanin at tálma útreiðsluvøksturin.
Størri útreiðslur
Heilsutrygd hevur havt størri og størri útreiðslur seinastu árini til hjálparráð, og tí er neyðugt, at munagóð tiltøk verða sett í verk, sigur landsstýrið.
Í hjálparráðsnevndini skulu vera trý fólk, eitt frá Heilsutrygd, eitt frá Apoteksverkinum og eitt frá Sjúkrahúsverkinum.
Harumframt vera eitt ella fleiri serkøn, sum hava læknafakliga útbúgving.