Føroyingar gávumildari enn grannar okkara

13.10.2018 - 12:36
InnlendisSamfelag
Føroyingar gávumildari enn grannar okkara
Føroyingar eru meira gávumildir, tá tað snýr seg um at lata pening til neyðhjálpararbeiði, enn grannar okkara, sigur Jóannes Eidesgaard.

Landsinnsavningin hjá ReyðaKrossi gav 750.000 krónur. Tað boðar hjálparfelagsskapurin frá í tíðindaskrivi. 

Jóannes Eidesgaard er formaður í Reyða Krossi í Føroyum, og hann fegnast um úrslitið av innsavningini. 

- Tað munar øgiliga væl í arbeiði okkara bæði at veita neyðhjálp úti í heima men eisini her heima, sigur formaðurin í Reyða Krossi Føroyum. 

Innsavningin í fjør gav nakað meira av pengum, tá fekk Reyði Krossur millum 800-900.000 krónur, men Jóannes Eidesgaard fegnast kortini alsamt um teir pengar, sum føroyingar lótu. 

- Í miðal hevur hvør íbúgvi í Føroyum givið 14,70 krónur, og samanborið við grannalond okkara, so er tað munandi hægri fyri hvønn íbúgva í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard og leggur afturat, at hann heldur tað vera eitt tekin um, at føroyingar eru sera gávumildir, tá savnað verður inn til eitt gott endamál. 

At landsinnsavnanin gevur so frætt av peningi, er tí, at føroyingar lata meiri í miðal enn grannalond okkara.

Reyði Krossur fegnast um gávumildni, men hevur ikki nakað greitt svar upp á, hví so er.

Av teimum 750.000 krónunum hevur nevndin í Reyða Krossi avrátt, at 500.000 fara sum neyðhjálp út í heim. Tær seinastu 250.000 krónurnar velur Reyði Krossur at goyma til kreppur.

Hoyr brot úr samrøðuni við Jóannes Eidesgaard, formann í Reyði Krossi Føroyar, omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933