Klæðir dálka illa

Klæðir dálka illa
Vit virða ikki pløgg á sama hátt í dag, sum vit hava gjørt áður, og tað gongur út yvir umhvørvið, sigur lektari í samfelagsvísindum
09.12.2025 - 19:56

Jú meira vit keypa, jú meira dálka vit eisini.

Og hetta er vorðið ein stórur umhvørvistrupulleiki.

Tað sigur Ragnheiður Bogadóttir, lektari í samfelagsvísindum. 

 

500 tons innflutt í fjør

Áleið 500 tons av klæðum blivu innflutt til landið í fjør.

Ímeðan hesi klæði vera flutt inn, lata hjálparfelagsskapir hvørt ár 150 tons til endurvinning í Týsklandi.

Hóast nógv klæði hvørt ár fara til endurvinning, er tað, sambært Ragnheiði Bogadóttir, kortini ein stórur partur, sum als ikki kann endurvinnast, og sum endar sum rusk í triðjalondum.

 

Ringt at niðurbróta mikroplast

Tað er mikroplast, sum er ein stórur syndari, sambært Ragnheiði Bogadóttir. 

Mikroplast verður nógv brúkt í klædnaframleiðslu í dag, og er serliga skaðiligt fyri umhvørvið, tí tað sambært, Ragnheiði Bogadóttir, er so ringt at niðurbróta.

Tað er als ikki gott fyri umhvørvið, men heldur ikki kroppurin hevur gott av klæðum við mikroplasti í, sigur Ragnheiður Bogadóttir. 

 

Krevjandi at broyta gongdini

Um gongdin skal vendast og ovurnýtslan tálmast, noyðast fleiri liðir at verða virknir í leikinum.

Hugburðurin hjá fólki noyðist at broytast, men eisini á samfelagsstigi, má okkurt gerast.

Størsti batin hendur tó ikki fyrr enn ein altjóða semja kemur í lag, sum kann tálma mikroplasti í klæðum, sigur Ragnheiður Bogadóttir. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979