Diabetislækni harmast um vrakað Novo-tilboð

10.12.2018 - 18:17
AktueltHeilsa
Diabetislækni harmast um vrakað Novo-tilboð
Heilsumálaráðið hevur sagt nei til ein risa møguleika, sigur Jens Andreassen, sum ongan vanda sær í tilboðnum um eina diabetismiðstøð í Føroyum
Jens Andreassen, serlækni við ábyrgd av allari diabetisviðgerð í Føroyum

Tak niður

Tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um eina diabetis-miðstøð í Føroyum hevði lyft alla diabetisviðgerð upp á eitt heilt annað stig
 
Tað sigur Jens Andreassen, serlækni við ábyrgd av allari diabetisviðgerð í Føroyum.
 
Líka so ovfarin, hann var av tilboðnum frá Novo Nordisk grunninum, líka so vónbrotin er Jens Andreasen av svarinum úr Heilsumálaráðnum. 23. november boðaði Heilsumálaráðið grunninum frá, at tikið verður ikki av tilboðnum.
 
Jens Andreassen gevur greitt til kennar, at hann hevur trupult við at svølgja noktandi svarið úr Heilsumálaráðnum til Novo Nordisk-grunnin.
 
Fleiri enn 3000 føroyingar hava diabetis, nógv tey flestu typu-2. Sambært Jens Andreassen eru fylgisjúkurnar av diabetis nógvar. Tørvurin á eini diabetis-miðstøð er tí sera stórur.
 
Við útvarpið fríggjadagin segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at politiska skipanin fyrst noyðist at taka støðu til prinsippið um, at ein privat heilivágsfyritøka fær ein lim í stýrið fyri eina viðgerðarstøð í Føroyum, í føroyska sjúkrahúsverkinum.
 
- Ein sjálvfylgja at Novo Nordisk-grunnurin, sum kemur við pengunum, eisini fær eitt umboð í stýrið, heldur Jens Andreassen, sum als ikki sær sama vanda sum landsstýriskvinnan.
 
Jens Andreassen leggur dent á, at sjálvandi skulu myndugleikarnir ikki lata ein milliarda-grunn stýra okkara heilsuverki. Men tann vandin er ikki til staðar, hóast tikið verður av tilboðnum frá Novo Nordisk-grunninum, heldur hann.
 
Samanumtikið harmast Jens Andreassen um, at Heilsumálaráðið ikki hevur tikið tilboðið frá Novo Nordisk-grunninum í størri álvara.
 
- Eitt minstakrav má vera, at tilboðið varð kannað og viðgjørt, heldur hann.
 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. september
Pressan: Jenis av Rana og Kringvarpið
98960
Fríggjadag 20. september
Morgunlesturin fríggjamorgunin 20. september 2019
98627
Hósdag 19. september
Nón - 19. september 2019
98928
Hósdag 19. september
Mono: Filmstónar - Snjóhvíta
98917
Hósdag 19. september
'Rileysjon og rileyda'
98903
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. september
Móttøka í Tinganesi
98789
Mánadag 16. september
3-2
98799
Sunnudag 15. september
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
98752
Sunnudag 15. september
Andakt við Randi Froyseth
98749
Fríggjadag 13. september
Kaj Klein konsert í Maggies
98618