Søkti ikki um at byggja diabetesmiðstøð í Føroyum

Søkti ikki um at byggja diabetesmiðstøð í Føroyum
Fyrispurningurin frá Novo Nordisk grunninum til Heilsu- og Innlendismálaráðið var ikki um eina umsókn um at byggja eina miðstøð í Føroyum
Diabetespennar til insulin.
Mynd: Novo Nordisk  
 
14.12.2018 - 07:20

Fyrispurningurin frá Novo Nordisk grunninum til Heilsu- og Innlendismálaráðið var ikki um eina umsókn um at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum. 

Novo Nordisk grunnurin hevur spurt Heilsu- og Innlendismálaráðið, um áhugi er fyri einum møguligum samstarvi millum føroyskar heilsumyndugleikar og Novo Nordisk grunnin.

Men endalig avgerð er ikki tikin, tí málið er ikki búgvið til tess.

Eitt møguligt samstarv millum Novo Nordisk grunnin og føroyska heilsuverkið hevur við sær eina røð av prinsipiellum og etiskum spurningum, sum vit ikki hava svar uppá í løtuni.

Tað er tí skilabest, at málið fær eina neyva politiska viðgerð, áðrenn endaliga støðan verður tikin.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningum frá trimum løgtingsfólkum um samstarvið við Novo Nordisk grunnin um diabetesmiðstøð í Føroyum.

Pengar til gransking

Hon sigur eisini, at um miðjan oktober í ár fekk Heilsu- og Innlendismálaráðið at vita, at fólk hava samskift við Novo Nordisk grunnin um granskingarpengar haðani. 

Men hetta hevur ongantíð verið partur av samskiftinum millum meg og Novo Nordisk grunnin, sigur Sirið Stenberg.

Í 2013 gjørdi ein arbeiðsbólkur eina diabetesheildarætlan fyri Føroyar. Í henni eru 18 tilmæli. Nøkur teirra eru sett í verk.

Sirið Stenberg upplýsir annars, at 1.januar 2020 kemur í gildi nýggj lóg um kommunulæknar. 

Sambært henni skal landið yvirtaka skyldurnar, sum kommunurnar nú hava á hesum økinum. 

Í heilsunýskipanini hjá landinum verður mælt til, at diabetesviðgerð verður í primera geiranum, so viðgerðin kann veitast fólki har, sum tey búgva, tað er í heilsudeplum kring landið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424