Granskari: Fáa helst ongantíð aftur slíkt tilboð

11.12.2018 - 13:26
InnlendisHeilsa
Granskari: Fáa helst ongantíð aftur slíkt tilboð
Pengarnir úr Novo Nordisk grunninum eru somikið stórir, at teir lyfta alla heilsugransking í Føroyum upp á heilt annað støði, sigur Jan Rasmussen
Jan Rasmussen, lækni, Ph.D. og granskari

Avgerðin hjá Heilsumálaráðnum um at siga nei takk til tilboðið frá Novo Nordisk Grunninum um eina Steno diabetis miðstøð í Føroyum er ikki bara eitt vónbrot fyri tey, sum hava diabetis og fyri heilsustarvsfólk á diabetisøkinum. Avgerðing er eisini eitt stórt vónbrot fyri tey, sum granska innan føroyska heilsuverkið.

-Føroysk gransking fær ongantíð aftur ein tílíkan møguleika. Pengarnir úr Novo Nordisk grunninum eru somikið stórir, at teir lyfta alla heilsugransking upp á eitt heilt annað støði.

Tað sigur Jan Rasmussen, lækni og granskari, sum er sera vónbrotin av avgerðini hjá føroyska Heilsumálaráðnum.

Jan Rasmussen er lækni og Ph.D. og hevur síðstu stívliga 10 árini granskað innan fleiri øki í føroyska heilsuverkinum. Eftir at Novo Nordisk Grunnurin í vár bjóðaði seg fram í Føroyum, hevur Jan Rasmussen tosað við Jannik Hilsted, fyrrverandi læknastjóra á Ríkissjúkrahúsinum, sum nú hevur evstu ábyrgd fyri teimum játtanum til Steno-verkætlanir, ið Novo Nordisk grunnurin letur pengar til.

-Eg legði fram ætlanina um eina stóra fólkakanning í Føroyum. Jannik Hilsted var sera jaligur og sannførdur um, at grunnurin vildi rinda fyri verkætlanina sum partur av einum Steno miðdepli í Føroyum, sigur Jan Rasmussen. 

Sambært Jan Rasmussen er talan um upphæddir til gransking, sum liggja millum 50 og 100 milliónir krónur.

Í skrivi 23. november til Novo Nordisk Grunnin skrivar Heilsu- og Innlendismálaráðið, at aðalráðið ikki hevur áhuga fyri einum samstarvi.

Skrivið er soljóðandi:

Kære Jannik Hilsted

På vegne af Heilsu- og innlendismálaráðið vil jeg takke for den interesse, som Novo Nordisk Fonden har udvist i forbindelse med en eventuel indgåelse af samarbejde med det færøske sundhedsvæsen vedrørende diabetesbehandling.

Siden vores møde den 14. juni 2018 har Heilsu- og innlendismálaráðið drøftet forslaget om et muligt samarbejde i henhold til vores fremtidige planer for patientbehandlinger på Færøerne.

På baggrund af disse drøftelser skal jeg hermed meddele, at Heilsu- og innlendismálaráðið ikke på nuværende tidspunkt vil arbejde videre med forslaget om at indgå i et samarbejde med Novo Nordisk Fonden indenfor diabetesbehandling.

Med venlig hilsen

Turid Arge

departementschef

Jan Rasmussen er sera vónbrotin - hann dugir ikki at ímynda sær, at føroysk gransking fær ein líknandi møguleika aftur.

Hoyr samrøðu við Jan Rasmussen við at trýsta á pílin undir myndini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Manuel Munoz um London Sessions
201235
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Andreas Forslund um Casino
201233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604