Stórt spell at Heimbýli fer í søguna

bannari
30.12.2018 - 19:26
Innlendis›Samfelag
Stórt spell at Heimbýli fer í søguna
Ætlanin var, at Heimbýli skuldi bjóða uppá bústaðarbyggingina undir Kongavarða, sum Tórshavnar Kommuna bjóðaði út

At felagið Heimbýli nú er farið í søguna er stórt spell, sigur Jón Sigurðson, stjóri á Articon, sum stovnaði Heimbýli saman við Betri Samtakinum, SNA arktitektum og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingum.
Stóra avbjóðingin er at finna eitt privat felag sum er sterkt nokk til at byggja leigubústaðir, tí tað er ein íløga har tú bindir peningin í longri tí, sigur Jón Sigurðson.

Ætlanin var, at Heimbýli skuldi bjóða uppá bústaðarbyggingina undir Kongavarða, sum Tórshavnar Kommuna hevur bjóðað út til at byggja til leigubústaðir, men Betri PF tók seg úr samstarvinum, beint áðrenn tilboðið skuldi latast inn. Tá ið avtornaði var bara ein, sum bjóðaði uppá verkætlanina hjá Kommununi, men Kommunan vil ikki avdúka hvør tað er.

Almenna felagið Bústaðir fer at byggja fleiri íbúðir komandi árini, og tað er gott, men tað hevði verið gott fyri bústaðarmarknaðin um fleiri aktørar vóru um at lyfta tørvin á bústaðarmarknaðinum, heldur Jón Sigurðson.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846