Slepti ætlanunum um bygnaðarbroytingar

07.01.2019 - 14:19
InnlendisSamfelag
Slepti ætlanunum um bygnaðarbroytingar
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, hevur eftir mikið fakfelagsligt rumbul slept ætlanunum um bygnaðarbroytingar á Landsverki

- Eg hevði ikki fingið gjørt tey tingini, sum eg havi fingið framt, um eg ikki hevði gjørt tað, sum eg gjørdi.

Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sum eftir mikið fakfelagsligt rumbul hevur slept sínum bygnaðarbroytingum á Landsverki.

Í dag var nýggjur fyribilsstjóri settur á Landsverki, eftir at fyrrverandi stjórin, Ewald Kjølbro, í desember fór frá eftir málið um skúladepilin í Marknagili. 

Samstundis, sum at Samferðslumálaráðið fyrr í dag boðaði frá, at Árant Andriasson verður fyribilsstjóri, varð eisini boðað frá, at ætlaðu bygnaðarbroytingarnar, sum nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum fyri stuttum kunngjørdi, ikki verða framdar kortini. 

Tað var tann 21. desember, at Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sjálvur broytti bygnaðin á Landsverki frá fýra til tríggjar deildir. Millum annað hetta fekk Akademikarafelagið til at kæra landsstýrismannin fyrst til løgmann og síðani til Løgtingsins Umboðsmann. 

Nú er nýggjur fyribilsstjóri settur, og ætlanirnar eru samstundis eisini sleptar. Fyribils. 

- Nú hyggja vit frameftir, og tí er tað, at vit skulu fara aftur til upprunan. Men tað merkir ikki, at einki kann broytast og umskipast, og tað skal nú gerast saman við fyribilsstjóranum, sigur Heðin Mortensen. 

Hoyr samrøðuna við landsstýrismannin omanfyri. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763