Kanningin av Rigmor Dam útsett

bannari
22.01.2019 - 11:05
InnlendisPolitikkur
Kanningin av Rigmor Dam útsett
Advokatkanningin av Mentamálaráðnum og Rigmor Dam, sum løgmansskrivstovan hevur fyrireikað, verður av ongum í fyrstu atløgu

Advokatkanningin av Mentamálaráðnum og Rigmor Dam, fyrrverandi landsstýriskvinnu, sum løgmansskrivstovan hevur fyrireikað, verður av ongum í fyrstu atløgu.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir at Rigmor Dam í dag legði frá sær sum landsstýriskvinna í Mentamálum.

Kanningin hevur sambært løgmanni ikki eins stóran skund, nú landsstýriskvinnan hevur valt at leggja frá sær.

Í løtuni kannar Landsgrannskoðanin, um tað eru frávik í samband við tað, sum er játtað, og tað, sum er brúkt.

Tá frágreiðing er komin um málið, sum sambært løgmanni væntandi verður í summar, verður avgerð tikin í samband við, um málið skal kannast nærri ella ikki. 

Sambært løgmanni kann endaliga frágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini geva ábendingar um, Mentamálaráðið møguliga hevði kunnað gjørt nøkur ting øðrvísi.

Verður tað úrslitið, sigur løgmaður, so verður møguliga ein kanning gjørd av landsstýriskvinnuni. 

Hoyr samrøðu við løgmann omanfyri. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791