Fekk villleiðandi upplýsingar frá løgmanni

12.04.2019 - 12:58
InnlendisPolitikkur
Fekk villleiðandi upplýsingar frá løgmanni
Aksel V. Johannesen, løgmaður bar løgtingsgrannskoðarunum skeivar upplýsingar frá fyrrverandi landsstýrismanninum í samferðslumálum
Partamaður løgmans og formaðurin fyri løgtingsgrannskoðararnar, Jónleif Johannesen hevur fingið skeivar upplýsingar frá løgmanni, sum eisini er hansara floksformaður
Mynd: savnsmynd  

Upplýsingarnar frá Akseli V. Johannesen, løgmanni til løgtingsgrannskoðararnar vóru villleiðandi.

Tað viðurkennir Jónleif Johannesen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar, nú Landsgrannskoðanin hevur handað teimum lemjandi atfinningarsama frágreiðing um fíggjarliga óskilið undir skúlabyggingini í Marknagili.

Allir partar hava svikið í málinum, verður staðfest, og eisini bar løgmaður skeivar upplýsingar til løgtingsgrannskoðararnar frá Henriki Old, táverandi landsstýrismanni í samferðslumálum.

Landsgrannskoðarin sigur soleiðis í frágreiðingini, sum løgtingsgrannskoðararnir viðgera í Elduvík í dag:

"Løgtingsgrannskoðararnir spurdu løgmann í september 2017, nær hann væntaði, at
frágreiðing um átøk og møgulig uppskot til lógarbroytingar fóru at verða løgd fyri Tingið.

Løgmaður svaraði í juni í 2018, og vísti til tað, ið landsstýrismaðurin í samferðslumálum
mælti til í skrivi til løgmann 16. apríl 2018.

Í skrivinum segði landsstýrismaðurin m.a., at eftirlitsskipanin SEYF, sum varð brúkt í
sambandi við byggiverkætlanirnar, ið Landsverk umsat, hevði roynst væl, síðani hon
varð tikin í nýtslu, og at hon varð brúkt til allar íløgur, sum Landsverk umsat fyri aðalráð og Løgtingið.

Eftir kanningunum, ið Landsgrannskoðanin hevur gjørt, er tað ikki rætt, at SEYF hevur
verðið brúkt og “roynst væl” síðani 2013/2014, í øllum førum tá ið um Skúladepilin við
Marknagil ræður".

Jónleif Johannesen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar varð tí spurdur, hvat hann ger við villleiðandi upplýsingarnar í tíðindunum á middegi.

Trýstið á pílin á myndini

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Gudstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996