Aftur pláss í Kvinnuhúsinum

16.05.2019 - 13:05
InnlendisSamfelag
Aftur pláss í Kvinnuhúsinum
Eftir at Kvinnuhúsið hevur verið fult í longri tíð, hava tey nú aftur pláss at taka ímót harðskapsraktum kvinnum

Kvinnuhúsið hevur havt plásstrot orsaka av, at kvinnur hava havt trupult við at finna bústaðir, tá tær skulu út aftur. Tískil høvdu tey ikki pláss at taka ímóti nýggjum kvinnum.

Men nú er støðan broytt, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum.

Men tað er rættiliga skjótt, at ein fløskuhálsur kemur í aftur, um eingin skipan er, sum tryggjar kvinunum bústað í hinum endanum, sigur Elin Reinert Planck.

Og avleiðingin er, at Kvinnuhúsið má siga nei til harðskapsraktar kvinnur.

Kvinnuhúsið fekk 433 áheitanir í fjør, skrivar Sosialurin.

Hetta vil siga, at meira enn ein kvinna um dagin í miðal hevur vent sær til Kvinnuhúsið orsakað av harðskapi.

Talan er eisini um ein vøkstur frá 2017, tá talið av kvinnum, ið vendu sær til Kvinnuhúsið fyri hjálp, var 407.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Mikudag 8. apríl
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133
Týsdag 24. mars
Andakt
206129