Knýtil diskar jazz

31.05.2019 - 16:04
ListTónleikur
Knýtil diskar jazz
Forkunnugt tiltak í Blábar í kvøld
Knút Háberg Eysturstein, diskari undir heitinum Knýtil. Í baksýni ein tilvildarlig Jolly Cola
Mynd: Leivur Thomsen  

Knút Háberg Eysturstein hevur diskað í mong ár. Fyrst var tað undir heitinum "Knýtil" og síðani eitt skifti sum "Ubernørd", hetta seinna vegna tað, at stílurin meiri fór yvir í evropeiskan elektrotónleik. Annars hevur Knút gjøgnum tíðina borðreitt við mongum sløgum av tónleiki, t.d. disko, soul, funk og 80'ara poppi. Í kvøld verður so fyrstu ferð, at Knút - ella Knýtil - fer at diska við jazzi. Spurdur um, hvussu man leggur eitt slíkt kvøld til rættis, sigur Knút, at hann hevur fyrireikað seg væl og valt tónleik til kvøldið. Men royndirnar vísa, at tað altíð gerst øðrvísi, enn man hevði ætlað sær. Tí velur Knút at "lodda dýpið", tá kvøldið kemur, tó so, at tað í ein ávísan mun verður tónleikur frá tí hendingarríka árinum 1959. Hetta var árið, har "cooljazzur" sá dagsins ljós, og fleiri útgávur gjørdust hornasteinar. Tiltakið í Blábar byrjar kl. 23 í kvøld

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554