Hip hop er heimsins best umtókta tónleikasjangra

Hip hop er heimsins best umtókta tónleikasjangra
Tað sigur Knút Háberg Eysturstein, ið er útbúgvin tónleikafrøðingur og ph/d lesandi í tónleiki á Setrinum
 
29.10.2024 - 13:00

Rapptónleikurin og hip hop mentanin, ið rundaði 50 ár í fjør, byrjaði í New York, og upprunin er at finna í dub reggae tónleikinum í Jamaica. Sum frálíður sæst hetta rákið eisini í USA, har ið DJ Kul Herc telist millum teir fyrstu, ið taka tónleikin til sín. Í stuttum kann sigast at DJ Kul Herc hevði tveir plátuspælarar og ein mikspult, har ið hann setti sangirnar saman við teimum instrumentalbrotum, sum vóru í sangunum.

Seinri gjørdust diskotek sum Paradise Garage og Studio 54 eisini slóðbrótandi innan hesa sjangruna eins og innan disco.

Tvær tær fyrstu rappláturnar yvirhøvir koma út í 1979, og tær eru Rapper’s delight við The Sugarhill Gang og King Tim III (Personality Jorck) við Fatback Band. Og í 1970- og 1980-árinum gerst hip hop rørslan størri og størri, samstundis sum hon verður eitt mentanarligt úttrykk, ið millum annað verður definerað við eitt nú graffittimáling og breakdance.


Niclas Johannesen í sínum heimastudio


Einstaklingarnir taka valdið

Sosialir miðlar, samleiki og individualisering eru stóru orsøkirnar til at vit síggja so nógvar solistar á hittlistinum, sigur Knút Háberg Eysturstein. “Tað er lættari at marknaðarføra solistar á sosialum miðlum enn tað er at marknaðarføra bólkar, tí at individið er í so høgum kursi í dag – og tað er ein søluvøra”, sigur Knút Háberg Eysturstein.

Niclas Johannesen, ið hevur verið virkin tónleikari og sangskrivari í nógv ár, heldur ikki at tað er nøkur einstøk orsøk til at orkestrini mest sum eru horvin av hittlistunum í dag. Fyri plátufeløgini er tað lættari at fáast við einstaklingar heldur enn orkestur, har ið tað ofta eru stórar ósemjur. Harumframt hevur atgongdin til egin heimastudio eisini slógað fyri møguleikanum hjá einstaklingum at skapa sín egna tónleik. Vansin við hesum er at nógv av teimum stóru upptøkuhølunum í dag hava latið aftur.

Tá talan er um AI ella vitlíki, eru bæði Knút og Niclas á einum máli um, at hetta fer at fáa stóran týdning fyri tónleikin framyvir.


Brimheim á palli (Mynd: Ritzau / Scanpix)


Brimheim: Hart arbeiði skal til, skalt tú røkka tínum málum innan tónleikin

Tað er eitt gott hugskot at fokusera uppá eitt land í senn, skalt tú gera teg galdandi innan tónleikaheimin. Til dømis havi eg verið tríggjar ferðir og spælt í Paris í ár, samstundis sum eg havi hitt fólk innan tónleikavinnuna. Og hetta at eg fór aftur fleiri ferðir gjørdi stóran mun, sigur Brimheim, sum av álvara er um at fáa fótin fastan í Danmark, samstundis sum kósin eisini er sett longur úr í heim.

Vit hittu Brimheim dagin eftir konsertina í Løkshøll, sum er hin fyrsta í einari konsertrøð, sum annars verður uttanlands. Í samrøðuni nemur Brimheim eitt nú eisini við at tað í ár eru nógvir dansivinarligir sangir, ið hava gjørt vart við seg. Og hetta er ein heldur øðrvísi sjangra enn tað, ið eg fáist við, leggur Brimheim brosandi afturat.


Swangah á palli


Swangah vóru slóðbrótararnir

“Fyrst lurtaði eg eftir Limp Bizkit, og síðani gjørdist tað Backstreet Boys og poppur, til eg møtti Ragnar og Kára, sum dámdu sera væl hip hop og rapp tónleik.” Tað sigur Steen Rói Lorenzen, sum er annar av stovnarunum av hip hop bólkinum Swangah.

“Vit lurtaðu altíð eftir hip hop”, sigur Ragnar Davidsen, “og vit gingu líka nógv upp í hip hop sum aðrir føroyingar ganga upp í fótbólk, so tað var bara ein spurningur um tíð, til vit noyddust at gera tað sjálvir. Og tað bleiv rapp, tí vit ikki duga at syngja”, leggur Ragnar flennandi afturat.

Fyri Swangah var tað ikki nakar føroyskur bólkur, sum av álvara hevði tikið rapptónleikin til sín, og tað var eisini ein avbjóðing at seta skjøtil á eina nýggja sjangru í Føroyum.

Swangah, sum upprunaliga nevndu seg Swangah Dangah, er ein føroyskur rappbólkur, sum lat sína fyrstu fløgu úr hondum í 2011. Í 2013 kom onnur útgávan og í 2017 hin triðja.

Teir, sum tóku stig til bólkin, eru Ragnar Davidsen og Steen Rói Lorenzen, sum eru uppvaksnir í býlinginum Svanga í Havn – og harav navnið á bólkinum.

Swangah fingu góða móttøku um allar Føroyar, eru bæði Ragnar og Steen Rói á einum máli um. Men tað vóru eisini tey, sum vóru skelkað av nøkrum av teirra rapptekstum – og vóru heldur ivasom um tað yvirhøvir ber til at siga júst hetta á føroyskum.

Spurdir, um hvørjar framtíðarætlanir Swangah hevur, nevna teir Illtonkt, ið er ein kapping, har ið tveir rapparar kappast móti hvørjum øðrum.

Eisini hava teir gjørt eina verkætlan saman við Son of Fortune, sum kanska kemur út einaferð.


Hvat: Tíðarrák
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týsdagar kl. 17.05, og tá tú hevur hug at lurta á KVF Ljóð. Trýst her

 

1705023


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. november
Orðaval - ensk ávirkan á føroyskt
183203
Mikudag 6. november
Skratsj 30. oktobur 2024
183185
Mikudag 6. november
Góðan morgun Føroyar
183177
Mikudag 6. november
Morgunlestur mikudagur 6. november 2024
183012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172
Týsdag 5. november
Veðrið
183155
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008