Uppsetan av radara er súmbolsk

13.11.2019 - 18:23
Innlendis›Samfelag
Uppsetan av radara er súmbolsk
Danir vilja vera við í Arktis, og tí vilja tey nú seta ein radara upp í Føroyum fyri at prógva ræðisrættin, sigur søgufrøðingur

Tað er ikki bert hernaðarlig atlit, sum verða tikin, um danir nú seta ein hernaðarligan radara upp í Føroyum, sigur Sámal Tróndur Finnsson Johansen, søgufrøðingur. Tað er ein súmbolsk gerð, sum skal vísa, at danir hava ræðisrættin í Føroyum, tí danir vilja sita við borðið í Arkits, heldur hann.

Sámal Tróndur Finnsson Johansen granskaði í 1997-1999 í amerikonskum skjalagoymslum, sum skjalprógvaðu hvat fór fram, tá hernaðarligar umsjónarstøðir vórðu settar upp í Føroyum í 50'unum.

Føroyskir myndugleikar vistu nógv, men ikki alt fór út til almenningin. Eitt nú valdi løgmaður tá ikki at fortelja almenninginum um, at talan var um tvær støðir - eina NATO støð og eina Amerikanska støð.
Men verður meira opinleiki hesuferð, nú danir í fleiri umførum hava tosað um, at føroyingar í størri mun skulu hava innlit og ávirkan á, hvat hendir á uttanríkis- og trygdarpolitikkinum?

Nøkur viðurskifti eru broytt - vinstravongurin í Føroyum er fánaður, og tí verður helst ikki sama mótstøða - haraftrat hevur loysingarvongurin ikki beinleiðis mótstøðu ímóti hernaðargeringini av Føroyum, sigur Sámal´Tróndur Finnsson Johansen. Hinvegin er tann støðan ikki broytt, at føroyskir politikarar ikki hava í hyggju at lata Føroyar sjálvar gjalda fyri hernaðarligt vald og ávirkan - altso gjalda til NATO, eins og Danmark ger.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037