Innlit kann skaða kappingarførið

06.02.2020 - 16:23
InnlendisPolitikkur
Innlit kann skaða kappingarførið
Uppskotið hjá Tjóðveldi, um at innlitslógin eisini skal fevna um almenn partafeløg, verður neyvan samtykt
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Christian Andreasen er formaður í rættarnevndini

Tað gjørdist rættiliga skjótt greitt undir orðaskiftinum í tinginum í dag, at uppskotið hjá Tjóðveldi um at víðka løgtingslógina um innlit í fyrisitingina, so at hon eisini fevnir um almenn partafeløg, verður neyvan samtykt.

Christian Andreasen, formaður í rættarnevndini, var framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum.

Hann segði, at lógarbroytingin kann raka kappingarførið hjá almennum partafeløgum.

Beinta Løwe, sum var framsøgukvinna hjá Tjóðveldi, segði, at uppskotið leggur uppfyri, at fyritøkur sleppa undan at veita innlit í viðurskifti, ið kunnu skaða kappingarførið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 13. august
Morgunlestur mikudagur 13. august 2025
195376
Týsdag 12. august
Súrligt summar: Ársins tjald
195504
Týsdag 12. august
Súrligt summar: Voodoo poppur
195503
Týsdag 12. august
Súrligt summar: Pengar, pengar og pengar
195502
Týsdag 12. august
Morgunlestur týsdagur 12. august 2025
195375
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. august
Veðrið
195508
Fríggjadag 8. august
Veðrið - teknmálstulkað
195406
Fríggjadag 8. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195405
Fríggjadag 8. august
Veðrið
195397