Bakkafrost mist atgongd til Kina og Russlands

bannari
25.02.2020 - 15:20
InnlendisVinna
Bakkafrost mist atgongd til Kina og Russlands
Coronavirus herjar í Kina, og Bakkafrost er á reyðalista í Russlandi

Bakkafrost hevur seinastu tvær vikurnar mist atgongdina til tveir av stóru marknaðunum hjá fyritøkuni.

Corona-smittan hevur við sær, at kinesiski marknaðurin er stongdur. Og síðani 10. februar hevur Bakkafrost ikki kunnað útflutt laks til russiska marknaðin, tí heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi hava sett føroysku alifyritøkuna á reyðalista.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at hetta hevur ikki so stóra ávirkan, tí tað ber til at selja til aðrar marknaðir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343