Avbyrging er partur av tilbúgvingini

bannari
05.03.2020 - 14:05
InnlendisSamfelag
Avbyrging er partur av tilbúgvingini
Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum
Hotel Vágar hýsir í løtuni sjey fólk, sum eru avbyrgd í sambandi við corona-smittuna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

At fólk, sum hava verið í sambandi við smittaða mannin, verða avbyrgd á Hotel Vágum, er ein partur av tilbúgvingini, nú corona-smittan er staðfest í Føroyum.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Landslæknin hevur mett, at hetta er ein góð loysn, og hon verður væntandi útbygd, sigur landsstýrismaðurin.

Seinnapartin eru sjey fólk farin á Hotel Vágar, har tey verða avbyrgd næstu dagarnar.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún H. Brend gjørdi við Kaj Leo Holm Johannesen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167