Flestu nýggju tilburðirnir eru longu í sóttarhaldi

bannari
19.03.2020 - 09:38
InnlendisHeilsa
Flestu nýggju tilburðirnir eru longu í sóttarhaldi
Vit eru væl nøgd við, at tølini ikki vaksa ógvusliga, sigur landslæknin

72 føroyingar eru nú smittaðir við koronavirusinum, Covid-19.

Tað boðar landslæknin, Lars Fodgaard Møller, frá á almennu koronasíðuni, corona.fo.
Harvið eru 14 nýggir tilburðir av coronavirusinum staðfestir síðani í gjár, tá tað vóru 58 tilburður samanlagt.

Samanlagt eru 1221 fólk nú kannað í Føroyum. Tað merkir, at bara seinasta døgnið eru 288 kanningar fyri korona gjørdar.
Landslæknin er nøgdur við gongdina í løtuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563