Korona rakar tey, sum ikki hava koronu

bannari
26.03.2020 - 13:09
Innlendis›Heilsa
Korona rakar tey, sum ikki hava koronu
Landssjúkrahúsið viðurkennir, at eitt mistak hendi, tá ein sjúklingur ikki fekk boð um, at krabbameinið hevði breitt seg
Tummas í Garði er læknastjóri í sjúkrahúsverkinum

Vanliga er tað so, at tann, ið bíleggur skanningar, gevur sjúklingi boð um úrslitið.

Men tað hendi ikki, tá ein 74 ára gamal maður úr Skopun, skuldi hava boð um síni skanningarúrslit.

Tummas í Garði, læknastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, sigur, at sum støðan er í dag, og koronutilbúgvingin er í hæddini, eru fleiri øki á sjúkrahúsinum sperd.

Læknastjórin ásannar, at korona gongur út yvir sjúklingar, sum ikki hava koronu, tí at sjúkrahúsið er í eini tilbúgvingarstøðu.

Men hann vísir staðiliga aftur, at palliativa eindin er niðurløgd, hóast tey avvarðandi hjá sjúklinginum siga seg hava fingið at vita, at eindin so at siga er óvirkin í løtuni.

– Eindin er ikki niðurløgd. Í hesum førinum hendi eitt mistak, sigur Tummas í Garði, læknastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya.

Irdi Mittelstein úr Skopun varð skelkað, tá hon tilvildarliga fekk boðini frá kommunulæknanum, at krabbameinið hjá pápanum hevði breitt seg.

Hoyrið Irdi Mittelstein greiða frá.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595