Bjartskygd um íslandsrutuna

13.05.2020 - 14:56
InnlendisVinna
Bjartskygd um íslandsrutuna
Nógv spyrja um møguleikan at ferðast við Norrønu, nú Ísland letur landamarkið uppaftur

Íslendsku myndugleikarnir hava boðað frá, at landamarkið verður latið uppaftur í stigum, og tað hava tey eisini merkt hjá Smyril Line.

Rúni Vang Poulsen sigur, at nógv spyrja um møguleikan at ferðast við Norrønu. Hann sigur, at vónir eru um, at størri virksemi verður aftur á íslandsrutuni .

Hendan túrin eru bara 15 ferðafólk við Norrønu av Seyðisfirði, men hesa tiðina hevur verið vanligt at hava 700-900 ferðafólk.

Hoyr samrøðu við Rúna Vang Poulsen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659