Mótstøðufólk hava plantað søguna

14.08.2020 - 09:13
InnlendisPolitikkur
Mótstøðufólk hava plantað søguna
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur eingi boð fingið frá danska verjumálaráðharranum um, at hann hevur verið ov opinskáraður
Jenis av Rana sigur, at nú eru nýggjar tíðir, og danir mugu venja seg við, at føroyingar skulu upplýsast um hernaðarligar ætlanir í Føroyum

- Søgan í Politiken í gjár er plantað av mótstøðufólki.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, eftir greiningina í danska blaðnum í gjár, har sagt verður, at landsstýrismaðurin hevur verið ov opinskáraður.

Jenis av Rana sigur, at hann hevur eingi boð fingið frá Trine Bramsen, verjumálaráðharra, um at hann hevur verið ov opinskáraður eftir eina samrøðu millum seg og hana um ætlaða radaran á Sornfelli.

- Tað eru nýggjar tíðir, og danir mugu venja seg við, at føroyingar skulu upplýsast um hernaðarligar ætlanir í Føroyum, sigur Jenis av Rana.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV