Fyrireika nýggja bussleið gjøgnum Sundalagið

31.08.2020 - 10:46
InnlendisSamfelag
Fyrireika nýggja bussleið gjøgnum Sundalagið
Er politiskur vilji, kann bussleiðin gerast veruleiki longu í ár, sigur stjórin á Strandferðsluni
Ætlanin er, at nýggja bussleiðin skal verða klár til skúlaársbyrjan næsta ár, men er politiskur vilji, kann hon byrjar longu í ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Ein nýggj bussleið gjøgnum Sundalagið, sum bøtir munandi um møguleikarnar hjá teimum ungu har at ganga á Miðnámi í Vestmanna, verður væntandi veruleiki til skúlabyrjan næsta ár.

Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandfaraskipum Landsins.

Men er politiskur vilji til tað, kann bussleiðin gerast veruleiki longu í ár.

Í dag fáa næmingar á Glasi í Havn, sum búgva í Vágunum, betri samband til skúlan.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur givið Strandfaraskipum Landsins boð um at skipa eina nýggju bussleið - 350 - millum Glasir og Vágar, sum hóskar betur til tímatalvuna hjá næmingunum, sum búgva í Vágum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Andaktin
208776
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764