- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov nógvar forðingar hjá fólki við skerdum førleikum

Nógv fólk við menningartarni ynskja at sleppa út á arbeiðsmarknaðin, men tað er ofta trupult hjá teimum at fáa arbeiði.
Tað vísir ein nýggj frágreiðing hjá Javna, sum varð løgd fram á einum tiltaki um rúmliga arbeiðsmarknaðin í Havn í dag.
Katrin Jacobæus, dagligur leiðari á Javna, sigur, at flestu limirnir í felagnum fegnir vilja arbeiða, men at teir møta ov nógvum forðingum.
Eisini Vinnuhúsið heldur, at broytingar eru neyðugar, skulu fleiri fólk við skerdum førleikum fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum.
Súsanna Berg, ráðgevi í Vinnuhúsinum, vísir á, at vinnulívið kann hava ein týðandi leiklut.
Men skal tað gerast lættari hjá fyritøkum at seta fólk við skerdum førleikum í starv, so er neyðugt at gera tilgongdina einfaldari, heldur hon.
Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða her:


























