Fara nú at kanna myrkatalið

bannari
17.11.2020 - 13:48
InnlendisHeilsa
Fara nú at kanna myrkatalið
Byrjað verður í Suðuroynni og í Klaksvík
Pál Weihe er klinkur ábyrgdarhavi av kanningini um myrkatølini, sum nú verður gjørd

Almennu smittutølini siga, at 495 fólk hava verið smittað av koronu higartil, men illgruni er um, at feliri hava verið smittað, uttan at vita tað.

Nú fara Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu saman við øðrum at kanna, hvat sanna talið er - myrkatalið, sum tað verður nevnt.

Byrjað verður í Suðuroynni og Klaksvík, sigur Pál Weihe, sum saman við Mariu Skaalum Petersen, granskara, hevur tikið stig til kanningina.

Kanningin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Depilin fyri Heilsu- og almannagransking.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619