- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll løgtingsfólk skulu kannast fyri koronu
08.12.2020 - 10:30
Innlendis›Politikkur
Øll løgtingsfólk skulu kannast fyri koronu
Nógv arbeiði verður í tinginum næstu dagarnar, og tí verður bundið um heilan fingur, sigur løgtingsformaðurin

Fyri at binda um heilan fingur, hevur formansskapurin í løgtinginum gjørt av, at øll tingfólk skulu kannast fyri koronu
Nú byrjar endaspurturin í tingarbeiðnum upp undir jól.
Tað ber í sær, at tingfólk og landsstýrisfólk vera nógv í tingsalinum í senn, kanska eini 40 fólk tilsamans, og tey sita tætt saman.
Fyri at binda um heilan fingur, hevur formansskapurin gjørt av, at øll tingfólk skulu lata seg kanna fyri koronu í dag og aftur í næstu viku.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, leggur dent á, at eingin er smittaður.
Ætlanin er, at løgtingið skal fara í jólafrí 18. desember.
Hoyr samrøðu, sum Tróndur Olsen gjørdi við løgtingsformanninum í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
















