Russland hóttir Norra

Russland hóttir Norra
Russland hóttir nú Norra og norsk fiskiskip, at tey ikki sleppa í russiskan sjógv.
Melkart-2 hjá Murman Seafood, Savnsmynd
 
27.08.2025 - 18:41

Russland hóttir nú Norra og norsk fiskiskip, at tey ikki sleppa í russiskan sjógv. Tað er russiska tíðindastovan Tass, sum ber tíðindini, og norska Fiskeribladet umframt aðrir norskir miðlar skriva um málið. 

 

- Um Norra ikki broytir støðu innan ein mánað, fer Russland at steingja tey góðu fiskiøkini fyri norskum fiskiskipum. Tað sigur Ilja Sjestakov, ovastin fyri russiska fiskimaálaráðið við Tass. 

 

Hetta er ein avleiðing av, at Norra hevur stongt sínar havnir fyri russisku reiðaríðini Norebo JSC og Murman Seafood. Russisku reiðaríðini og russiskir myndugleikar hava mótmælt harðliga, men higartil hevur tað ikki broytt nakað sum helst. Tað eru júst somu reiðaríð, sum Føroya landsstýrið ætlar at seta á svartalista. Uppskotið kemur til fyrstu viðgerð í morgin.

 

Ilja Sjestakov sigur við Tass, at útistongsulin er eitt grovt brot á galdandi avtalur um at røkja stovnin. Russland hóttir eisini við at áseta sær egnar kvotur í Barentshavinum og Norskahavinum.

 

- Tað eru tey russisku áhugamálini sum gera av, hvussu fiskiskapurin og býti av kvotum verður í Barentshavinum og Norskahavinum, sigur Sjestakov við Tass.

 

Flestu føroysku veljararnir eru fyri at leingja fiskiveiðuavtaluna við russar. Tað skrivar portal.fo Í veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, varð eisini spurt um hugburðin hjá føroyska veljaranum til Russlandssáttmálan. “Heldur tú, at fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Russland skal halda fram komandi ár?”, ljóðaði spurningurin.

 

46 prosent svaraðu “ja”, 30 prosent “nei” og 24 prosent svaraðu “veit ikki”.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711