Byggisamtykt kann seinka Eirargarði 2

Byggisamtykt kann seinka Eirargarði 2
Sjálvt um løgtingið eftir øllum at døma roynir at skunda sær at fáa málið um Eiragarð 2 samtykt, so verður tað kortini ikki í bræði, at til ber at fara í holt við at umbyggja.
Eirargarður 2
 
04.09.2025 - 18:46

Týsdagin í næstu viku leggja bæði fíggjarnevndin og rættarnevndin eftir ætlan álit fram um Eirargarð 2, sum landsstýrið ætlar at gera til lestrarbústaðir undir Bústøðum. Tað váttar Helgi Abrahamsen, virkandi formaður í rættarnevndini. 

Fíggjarnevndin leggur fram álit um játtan, soleiðis at Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Heilsustýrið og Javnstøðunevndin kunnu flyta úr Eirargarði 2 og í leigað høli og høli hjá landinum í Tinganesi í heyst. Rættarnevndin leggur fram álit um gera neyðugu broytingarnar fyri at geva Húsalánsgrunninum (í dag kallað Bústaðir) ræðið á Eirargarði 2. 

Helgi Abrahamsen sigur, at hann ætlar at kalla rættarnevndina til fundar mánadagin 8. september, soleiðis at tey eru til reiðar at leggja álitið fram týsdagin 9. september. Tað skulu ganga tvey samdøgur frá framløgu til viðgerð í løgtinginum. Tingfundur er hósdagin 11. september. 

Men hóast løgtingið eftir øllum at døma roynir at skunda sær at fáa málið um Eiragarð 2 samtykt, so verður tað kortini ikki í bræði, at til ber at fara í gongd við at umbyggja Eiragarð til lestraríbúðir. Tí ætlaninar krevja broyting í byggisamtyktini. Sjálvt um løgtingið arbeiðir skjótt við lógaruppskotinum um Eirargarð 2, so er enn rættiliga nógv, sum skal fáast upp á pláss, áðrenn byggjast kann um til íbúðir í Eirðagarði 2

Sambært lógaruppskotinum er greitt, at Tórshavnar kommuna má fáa byggisamtyktina broytta fyrst. Uppskot til byggisamtykt skal, sambært lóg frá 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir,  gerast og leggjast fram til alment eftirlit í minst tríggjar vikur. Verða mótmæli ella broytingaruppskot tikin til eftirtektar, so skal broytta uppskotið leggjast til alment eftirlit av nýggjum. So skal uppskotið gjøgnum eina ávísa politiska viðgerð. Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu tekur sær av slíkum málum. Mælir hon til at samtykkja uppskotið, fer tað í Býráðið, ið so kann samtykkja uppskotið.

Verður tað samtykt, verður tað sent til Margit Stórá, landsstýriskvinnu í Umhvørvismálum, til góðkenningar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525