Peningurin skal brúkast til at styrkja felagið

11.12.2020 - 18:00
Innlendis›Politikkur
Peningurin skal brúkast til at styrkja felagið
Løgtingið hevur samtykt at spræna 100 mió. kr. í Atlantsflog
Niels Mortensen er nevndarformaður í Atlantsflogi

Løgtingið samtykti í dag endaliga eykajáttanarlógina, sum heimilar landsstýrismanninum í fíggjarmálum at spræna 100 milliónir kr. í Atlantsflog.

Við triðju viðgerð í dag skutu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi upp at játta flogfelagnum 500.000 kr. aftrat teimum 100 milliónunum, sum skulu brúkast til at viðlíkahalda førleikarnar hjá uppsøgdu starvsfólkunum.

Broytingaruppskotið fall.

Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, sigur, at tær 100 milliónirnar skulu nýtast til at styrkja felagið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655